Mentan

Danskt kirkjukór á Viðareiði, Toftum og í Hoyvík um vikuskiftið

Jysk Akademisk Kor er úr Aarhus og hevur nógvar royndir. Tey fara at framføra verk hjá ymiskum, millum annað fleiri føroyskum, komponistum. Eisini skal kóri syngja okkurt stykki saman við kórinum í Fríðrikskirkjuni leygarkvøldið.

Tann fyrsta konsertin við danska kórinum verður í Viðareiðis kirkju fríggjakvøldið, síðani leygarkvøldið í Fríðrikskirkjuni á Toftum og at enda sunnukvøldið í Hoyvíkar kirkju.Allar konsertirnar byrja klokkan 19.30

Tann fyrsta konsertin við danska kórinum verður í Viðareiðis kirkju fríggjakvøldið, síðani leygarkvøldið í Fríðrikskirkjuni á Toftum og at enda sunnukvøldið í Hoyvíkar kirkju.Allar konsertirnar byrja klokkan 19.30

2026-09-09 18:27 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í vikuni kemur danska kórið Jysk Akademisk Kor til Føroya. Kórið fer úr Aarhus at hava tríggjar kirkjukonsertir um vikuskiftið.

Tann fyrsta verður í Viðareiðis kirkju fríggjakvøldið, síðani leygarkvøldið í Fríðrikskirkjuni á Toftum og at enda sunnukvøldið í Hoyvíkar kirkju.

Allar konsertirnar byrja klokkan 19.30.

Á skránni eru ymiskir komponistar, her ímillum Carl
Nielsen, Vagn Holmboe, H.J.Højgaard, J.Waagstein, Kári Bæk og Sunnleif
Rasmussen.

Um  Jysk Akademisk Kor verður skrivað soleiðis:

Hetta er eitt gamalt kór úr Aarhus við ríkum traditiónum og sum syngur á høgum støði og støðugt mennir seg tónleikaliga. Við eru 35 royndir sangarar, og mong hava verið við í kórinum rúma tíð og kenna hvønn annan rættiliga væl.

Seinastu tíðina hevur kórið ment seg saman við kórleiðaranum Nils Benedikt Meier, sum kom úr Leipzig til Aarhus at taka eina Master-útbúgving í kórleiðslu í 2025.

Saman við honum hevur kórið framført nýskrivaðan tónleik av Morten Stenholt Rasmussen, Ea Wim og Archie John. Men tey hava eisini arbeitt við eldri tónleiki, sum t.d. Brams Rekviem og tónleiki hjá týskum og donskum romantiskum komponistum.

Sum kór dámar JAK eisini væl at syngja saman við øðrum kórum. Tey hava millum annað framført vinakonsertir saman við Konzertchor Leipzig bæði í Leipzig og Aarhus. Nú gleða tey seg til at møta Kirkjukórinum í Fríðrikskirkjuni á Toftum, sum tey fara at syngja okkurt stykki saman við.
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder