Mentan

Sissal verður við í Roxette-sangleiki

'Joyride the Musical' verður frumframførdur í danskari útgávu í Falkonersalinum 11. mars 2027.

(Mynd: Emil Nicolai Helms/Ritzau Scanpix)

(Mynd: Emil Nicolai Helms/Ritzau Scanpix)

2026-09-09 15:54 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Føroyska sangarinnan Sissal Jóhanna Norðberg Niclasen er við, tá sangleikurin „Joyride”, sum snýr seg um svenska bólkin Roxette, verður framførdur í Danmark komandi ár.

Tað boðar framleiðslufelagið Lion Musicals frá í dag, sambært Ritzau.

Sissal kemur at framføra saman við kendari og royndari nøvnum sum Anette Heick og Anders Bircow, ið vit kenna frá Linie 3. Eisini sjónleikarin Jakob Fauerby er eisini við í leikinum.

"Joyride The Musical" verður frumframførdur 11. mars 2027 í Falkonersalinum á Frederiksberg í Keypmannahavn.

Sangleikurin hevur higartil einans verið framførdur í Svøríki. Í leikinum verða fleiri enn 20 sangir hjá svenska poppbólkinum Roxette framførdir.

Roxette var stovnað í 1985 av teimum báðum, Per Gessle og Marie Fredriksson, sálu, og bólkurin náddi hæddina í 1991 við útgávuni ‘Joyride’. Kendir sangir hjá eru ‘Dressed for Success’, ‘The Look’ og ‘It must have been Love’. Hesin seinasti var eisini við í væl umtókta filminum ‘Prretty Woman’ við Julia Roberts og Richard Gere frá 1990.

Marie Fredriksson doyði í 2019 av krabbameinssjúkuni, sum hon fekk staðfest longu í 2002.

Sangleikurin ‘Joyride’ er bygdur upp á tríkants-kærleikan í skaldsøguni ‘Got You Back’ hjá Jane Fallon, ið snýr seg um hevnd og ótrúskap.

Annette Heick hevur leiklutin sum konan, Stephania, meðan Lea Thiim Haarder skal spæla elskarinnan, Katie. Føroyska Sissal hevur leiklutin sum húshjálpin, Natasha.

Eftir at sangleikurin hevur verið framførdur í Keypmannahavn, er ætlanin, at hann skal fara á ferð í fleiri býir í Danmark, skrivar Ritzau.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder