Uttanlands

Myndir: Syrgitíðin er av - tey kongaligu veittraðu av slottssvalanum

Ein langur og hátíðarligur jarðarferðardagur í Oslo er nú av.

(Mynd: Heiko Junge/NTB/Ritzau Scanpix)

(Mynd: Heiko Junge/NTB/Ritzau Scanpix)

2026-09-09 16:53 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Harald kongur er nú gravsettur í kongaliga gravhválvinum undir slottskirkjuni á Akershus í Oslo.

Einans eitt fátal av innbodnum gestun vóru við til tað, sum gekk fyri seg inni í slottskirkjuni, og atgongd var ikki fyri fotografum og fjølmiðlum.

Tá tey kongaligu komu út úr kirkjuni, fóru kanónirnar á Akershus skansanum at runga við kongaligum salutti. Og kring alt Oslo vóru tey nógvu fløggini vundin upp á fulla stong.

Eisini á kongsborgini, har reyða kongsflaggið við svørtum syrgibindi hevur veittrað av svalanum. Í staðin varð norska splittflaggið vundið á fulla stong.

Og so komu teir kongaligu bilarnir aftur á kongsslottið. Tey kongaligu koyrdu heim eftir somu leið, sum tey gingu aftan á børuni fyrr í dag.

Tá tey kongaligu vóru komin inn, fylktust fólk á slottsplássinum. Tí tann seinasta almenna hendingin í dag í sambandi við jarðarferðina var, tá kongsfamiljan kom út á svalan at veittra til fjøldina.

Tá tey komu inn aftur á borgina, var móttøka fyri kongaligu gestunum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder