Eftir at miðlarnir í gjár høvdu greitt frá tveimum tilburðum, har eitt fólk, ið gav seg út fyri at vera politist, hevði ringt til eldri borgarar fyri at fáa tey at lata upplýsingar um peningaflytingar og kontunummur, tyktist sum viðkomandi gavst við sínum virksemi.
Tað sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í morgun.
- Tað var eitt sindur løgið, at vit fingu tvær fráboðanir við stuttum milumbili, og tí valdu vit at ávara gjøgnum miðlarnar.
Men síðan tá, hava vit tíbetur ongar fráboðanir fingið, upplýsir vaktleiðarin.
Viðkomandi, sum ringdi, tosaði danskt og ringdi frá einum donskum telefonnummari.
Les grein í gjár: Gevur seg út fyri at vera løgreglufólk – roynir at kroysta pengar úr fólki
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald