Tað er førarin av bilinum, sum eigur ábyrgdina av, at bilurin er í lógligum standi. Tí er tað førarin av einum lastbili, sum í gjár varð støðgaður av løgregluni, sum fær bótina.
12 hjól vóru á lastbilinum, ið varð støðgaður, og av teimum vóru 10 dekk heilt niðurslitin, upplýsir vaktleiðarin hjá løgregluni.
Lastbilurin varð støðgaður í einum ferðsluátaki, sum var í Kollafirði millum klokkan 10 og 12.30 í gjár, har tilsamans 60 bilar vórðu støðgaðir á einum teini, har hægst loyvda ferðin er 60 kilometrar um tíman.
UYmframt lastbilføraran, sum fær stóra bót, so vórðu hesið lógarbrot skrásett í sambandi við ferðsluátakið:
- Ein fær klipp í koyrikortið fyri at koyra ov skjótt
- Ein fær treytaða frádøming av koyrikortinum fyri at koyra ov skjótt
- Tveir bilar høvdu feilir við ljósunum
- Tveir fingu bót fyri ikki at hava dekkini í ordan
- Tveir bilførarar høvdu ikki koyrikortið uppi á sær
- Orsaka av manningartroti og øðrum viðurskiftum, hava vit ikki gjørt kanningar í ferðsluni í seinastuni. Men átakið í gjár vísir bara, at tað er brúk fyri, at løgreglan er til staðar í ferðsluni, staðfesti vaktleiðarin hjá løgregluni í morgun.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald