Tað var nær við, at flogfarið hjá ukrainska forsetanum, Volodymyr Zelenskyj, varð rakt av eini dronu, tá hann var á veg úr Moldova til Oslo at luttaka á jarðarferðini hjá Harald kongi.
Hetta upplýsti norski forsætisráðharrin, Jonas Gahr Støre, fyri NRK í gjárkvøldið.
- Flogfar hansara varð næstan rakt av eini dronu, tá tað lætti frá Moldova. Tað er veruleikin, hann livir í, segði Støre.
Norska stjórnarskrivstovan lýsir støðuna soleiðis fyri NRK:
- Tað var ein dronuhóttan í loftrúminum yvir Moldova týsdagin, sum gjørdi, at flogfarið, sum Zelenskyj skuldi við, varð seinkað. Tað eru slíkar hóttanir hann livir við hvønn dag. Tað er ógreitt hvussu nær dronurnar vóru við flogfarinum.
Zelenskyj kom til Oslo týskvøldið fyri at vera við á jarðarferðini í mikudagin.
Ukrainski forsetin hava hava fund við norska fíggjarmálaráðharran, Jens Stoltenberg, og uttanríkisráðharran, Espen Barth Eide. Her varð tosað um tørvin hjá Ukraina at fáa betri loftverju, skrivar NRK.
Sambært Reuters vóru fleiri komur og fráferðir til og úr Chisinau-floghavnini í Moldova útsettar eitt tíðarskeið týsdagin. Orsøkin var, at tvær russiskar dronur vóru komnar inn í moldaviskt loftrúm.
Reuters skrivar, at onnur av dronunum lendi á einu kornmark, har ein eldur uppstóð. Hin helt fram inn í rumenskt loftrúm.
Zelenskyj, sum var í Oslo saman við konuni, Olena Zelenska, fór avstað aftur úr Oslo stutt eftir, at jarðarferðin var av.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald