Innanlands

Finalan í Firmakappingini verður klokkan 15

Betri Trygging og Tunnil bresta saman í finaluni sum verður beinleiðis á FM1 kl. 15.10.

2026-09-10 11:51 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Finalan í Firmakappingini verður á FM1 seinnapartin. Betri Trygging og Tunnil eru tey bæði liðini, sum hava klárað seg best gjøgnum kappingina, og tað eru tey, sum bresta saman í finaluni.

Betri Trygging vann greitt móti Hotel Brandan í hálvfinaluni týsdagin, og Tunnil dróg longra stráðið móti RVTøkni týsdagin.

Spurningarnir í Firmakappingini á FM1 eru almenn vitan, skipaspurningar, nær var tað, tónleikaspurningar og kendar røddir.

Vinnarin av finaluni vinnur gisting til 12 persónar á Hotel Brandan við máltíð á Húsagarði. Fyritøkan ella stovnurin á øðrum plássi vinnur ein túr við Rib62 fyri 12 persónar.

Finalan í Firmakappingini á FM1 verður klokkan 15:10.

Lurta á fm1.fo ella á frekvensunum kring landið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder