Føroya Symfoniorkestur: - At tað hevur eydnast at fáa Antje Weithaas at spæla við symfoniorkestrinum er heilt fantastiskt. Tað er ikki á hvørjum degi vit fáa slíkar vitjanir. Catherine Larsen-Maguire kennir Antje, og gjøgnum Catherine hava vit fingið samband við hana. Antje Weithaas er av størstu tónleikaligu persónligheitunum í okkara tíð, og vit gleða okkum sera nógv at spæla saman við henni, sigur orkesturstjórin Hans Petur í Brekkunum.
Violinkonsert – Ludvig van Beethoven
Víðagitna violinkonsertin, er einasta violinkonsert, Beethoven skrivaði. Violinleikarin Franz Clement frumframførdi konsertina í 1806. Frumframførslan eydnaðist ikki væl, og verkið varð ikki spælt aftur fyrr enn í 1844. Tá spældi bert 12 ára gamli evnaríki Joseph Joachim framførdi verkið saman við”London Philharmonic Society” undir leiðslu av Felix Mendelssohn. Í dag er violinkonsertin víðagitin.
Symfoni nr. 60 - Joseph Haydn
Tónleikurin var upprunaliga skrivaður í 1774 til skemtileikin Le Distrait - gloymski maðurin eftir franska leikritahøvundin Jean-François Regnard.
Í 1775 umskrivaði Haydn tónleikin til symfoni nr. 60. Tað, ið millum annað er serstakt við verkinum er, at tað er í seks satsum - ein symfoni hevur vanliga fýra satsir.
Sound and Fury - Anna Clyne
Verkið “Sound and Fury” hevur íblástur úr tveimum stórum verkum, Haydn symfoni nr. 60 og Macbeth hjá Shakespeare. “Scottish Chamber Orchestra”, ”Auditorium-Orchestre national de Lyon” og ”Hong Kong Sinfonietta” bíløgdu verkið í felag, og Scottish Chamber Orchestra frumframførdi verkið í 2019 í Edinburgh.
Anna Clyne er fødd í London í 1980. Hon var sjey ára gomul, tá ið hon skrivaði fyrsta verkið. Hon hevur lisið tónleik á “University of Edinburgh” og á “Manhattan School of Music”.
![]()
Catherine Larsen Maguire fer at sjórna, og virðislønta Antje Weithaas verður solistur, tá Symfoniorkestrið síðst í mánaðinum.
Konsertirnar verða í Norðurlandahúsinum og í Løkshøll- ávikavist 26. og 27. september klokkan 19.30 og klokkan 16.00.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald