Innanlands

Rósa Danielsen nýggj forkvinna í landsnevndini fyri barna- og familjuarbeiðið

Strandakvinnan tekur við eftir Sigruna Mikkelsen, skrivar Kirkjuliga Heimamissiónin.

Mynd: Kirkjuliga Heimamissiónin

Mynd: Kirkjuliga Heimamissiónin

2026-09-11 13:21 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Rósa Danielsen er nýggj forkvinna í landsnevndini fyri barna- og familjuarbeiðið hjá Kirkjuligu Heimamissiónini.

- Rósa hevur verið partur av landsnevndini síðan 2018 og er eisini virkin í lokala barnaarbeiðinum á Strondum, har hon og maðurin og teirra fýra børn búgva, greiðir Kirkjuliga Heimamissiónin frá

Nýggja forkvinnan tekur yvir eftir Sigruna Mikkelsen úr Sørvági, sum hevur verið í landsnevndini í góð 40 ár, harav hon hevur verið forkvinna seinast 8 árini.

Sigrun Mikkelsen er ikki givin enn, hóast hon ikki er limur í landsnevndini meira. Sigurn er ístaðin í óløntum starvi ein dag um vikuna sum barna- og familjuráðgevi, har hon serliga arbeiðir við at hjálpa og styrkja lokalum sunnudagsskulum kring landið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder