11. september 2001 var ein vanligur týsdagur í USA. Men skjótt gjørdist tað til 9/11.
Tá dagfestingin verður nevnd, við amerikanskum fortekni, munnu fá ivast í, hvat ein meinar við. Fyri júst 25 árum síðani í dag tóku samanlagt 19 yvirgangsmenn úr felagsskapinum al-Queda ræðið á fýra ymiskum flogførum í landnyrðingspartinum í USA.
Tvey teirra raktu málini mitt á Manhattan í New York: Tey eyðkendu "Twin Towes" fullu eftir at flogfør við sjálvmorðstýrimonnum, ið hildu seg fremja hetta fyri eitt hægri endamál og við hatri mótvegis USA, rendu á tey. Klokkan 8.46 rakti eitt rænt og yvirtikið flogfar norðara tornið, og 17 minuttir seinni hitt. Øll umborð á flogførunum doyðu beinanvegin og túsundatals í og kring tornini eisini, tá eldur kom í, og tey fullu saman.
Mett verður at samanlagt beint undir 3.000 fólk doyði á degnum. Ógvuliga nógv, møguliga eins nógv sum í sjálvum yvirgangsálopunum, doyðu seinni í sambandi við fylgisjúkur, serliga í sambandi við serliga uppruddingararbeiði. Talan var um giftigan royk og støv, ið hekk eftir á Manhattan. Tey vistu einki um møguligar fylgir.
Eitt flogfar rendi eisini inn í amerikonsku verjumiðstøðina Pentagon í Virgina, har 125 fólk lótu lív. "Flight" 93 rakti ongantíð sítt mál, sum helst var Hvíta Húsið. Ferðafólk umborð gjørdi uppreistur móti yvirgangsmonnunum, og flogfarið datt niður í eitt tómt øki í Pennsylvania. Harvið doyðu yvir 240 fólk har sum hetjur.
Ein tíðarlinja yvir hendingarnar á skelkandi dengum sæst her
11. september 2001 hevur havt ógvuliga nógvar fylgjur. Alt frá hvat USA tekst við, til støðuna í Miðeystri til flogtrygd. At lýsa og greina alt hevði tikið langa tíð, men eingin ivi er um, at hetta er ein dagur, ið hevur sett seg hjá øllum, ið vóru nóg gomul tá, og fremavegis eru á lívi.
Í dag minnast fólk í USA og aðrastaðni aftur á, hvar tey vóru, tá flogførini rendu beint á World Trade Center og skaptu eitt opið og óhugnaligt sár mitt í ein av heimsins kendastu býum.
Minnigarhald eru ymsastaðni í USA í dag - klokkan har nærkast í skrivandi stund tí tíðini, tá flogførini rendu á. Sambært nøkrum amerikanskum miðlum er hetta við at savna eitt spjatt USA í løtuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald