Innanlands

Eysturoyartunnilin: Ikki koyrandi úr Havnini í løtuni

Ein lastbilur er steðgaður upp. Óvist er, hvussu leingi tað tekur at flyta hann.

2026-09-11 14:16 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ein lastbilur leggur í løtuni meinborgar fyri ferðslu í Eysturoyartunnlinum.

Hesum boðaði løgreglan frá fyri lítlari løtu síðani.

Talan er um uppsteðgaðan lastbil, sum harvið tarnar breytini, sum gongur inn í undirsjóvartunnilin úr Havnini.

Hann stendur ímillum rundkoyringina og tunnilin sjálvan Hvítanesmegin.

Til ber annars at nýta Eysturoyartunnilin.

Vaktleiðarin hjá løgregluni sigur, at tað er óvist hvussu leingi ferðslan er tarnað úr høvuðsstaðnum. Ein leyslig meting er hálvur tími til tveir tímar, alt eftir hvussu smidliga tað gongur at flyta lastbilin.

Boð eru send eftir hjálp.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder