Uttanlands

Astrid prinsessa deyð – 94 ár

Fyri tveimum døgum síðani fylgdi hon lítlabeiggja sínum, Harald kongi, til gravar.

Astrid prinsessa avmyndað til jarðarferðina hjá Harald kongi mikudagin (Mynd: Stian Lysberg Solum/NTB/Ritzau Scanpix)

Astrid prinsessa avmyndað til jarðarferðina hjá Harald kongi mikudagin (Mynd: Stian Lysberg Solum/NTB/Ritzau Scanpix)

2026-09-11 14:40 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Astrid prinsessa av Noregi doyði í dag, 11. september, boðar norska kongshúsið frá í dag.

“Hansara hátign kongurin hevur við sorg fingið boðini um, at Astrid prinsessa er farin, verður sagt í fráboðanini.

Tí verður aftur flaggað á hálvari stong á slotssvalanum í Oslo í dag og fram til jarðarferðardagin.

Mikudagin kom Astrid prinsessa í koyristóli inn í Oslo dómkirkju. Í fullsettu dómkirkjuni segði hon lítlabeiggja sínum, Noregs kongi í 35 ár, farvæl.

[object Object]
(Mynd: Lise Åserud/NTB/Ritzau Scanpix)

Í dómkirkjuni var eisni ein kransur frá henni. “Takk fyri alt vit hava havt saman. Tín Astrid”, stóð at lesa á kransabandinum.

Sostatt doyði Astrid júst tvær vikur eftir at Haraldur kongur sovnaði inn á Rikshospitalet fríggjadagin 28. august.

Longu sum 22 ára gomul mátti hon traðka til sum ovasta kvinnuliga umboð fyri norska kongshúsið, tá móðir hennara, Märtha krúnprinsessa doyði.

Astrid hevur altíð eisini verið ein dyggur stuðul hjá Harald kongi.

- Vit lærdu nógv av henni, og hon var ikki bangin fyri at siga frá. Tað er ein stórur missur fyri okkum ikki at hava hana okkara millum meira, sigur Haakon kongur við NRK.

Gentur høvdu ikki arvarætt til trónuna, tá Astrid vaks upp, so hon varð ongantíð vand upp til at átaka sær almennar leiklutir. Men tá móðir hennara doyði í 1954, gjørdist Astrid prinsessa fyrstafrúgv Noregs, einans 22 ára gomul.

Hon átók sær henda leiklutin í 14 ár heilt til Harald krúnprinsur í 1968 gifti seg við Sonju Haraldsen, sum harvið gjørdist krúnprinsessa.

Astrid giftist við Johan Martin Ferner í 1961 – hann doyði í 2015. Saman fingu tey fimm børn, tríggjar døtur og tveir synir.

[object Object]
Hendan myndin hevur verið nógv at síggja síðan Harald kongur doyði. Astrid prinsessa við slotsgluggan skoðandi út yvir syrgjandi mannamúgvuna framman fyri kongsslottinum (Mynd: Ola Vatn/NTB/Ritzau Scanpix)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder