Forsangarin Bjarke Baisner og hinir í Queen Machine gleða seg at spæla konsert við Tjarnir leygarkvøldið
--
Flogferðslan hevur seinasta samdøgrið verið nakað tarnað av mjørkanum, sum var í gjár, men eingin vandi er fyri konsertini við Tjarnir við Queen Machine leygarkvødið.
Limirnir í Queen coverbólkinum "Queen Machine" eru lendir og gleða seg til stóru konsertina í annaðkvøld.
Queen Machine hevur seinastu 10 árini spælt omanfyri 700 konsertir kring Evropa og USA. Í heimlandinum Danmark, hava nakrir av størstu festivalunum og spælistøðum lagt pall til hetta stórsligna showið.
Umframt Queen Machine hitar bólkurin Moirae upp. Hetta er fyrstu ferð í 7 ár, at Moirae spælir konsert alment. Konsertin er somuleiðis eitt hátíðarhald av, at 30 ár eru liðin, síðan fyrsta útgávan hjá Moirae kom út.
Skráin:
19.30 dyrnar lata upp við góðum stemningstónleiki
20.30 Moirae
21.30 Queen Machine fyrri partur
22:15 Steðgur
22.35 Queen Machine annar partur
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald