Ein maður hevur í nátt fingið tvær bøtur frá løgregluni.
Tað var í nátt stutt fyri klokkan fýra, at løgreglan fekk eina fráboðan um ein mann, sum var ólátaður í Havn.
Tá løgreglan kom á staðið, vildi maðurin ikki siga løgregluni, hvør hann var, sum mann annars hevur skyldu til, tá løgreglan spyr, og fær hann tí 1.000 krónur í bót fyri tað.
Umframt hetta fekk hann eisini eina bót á 1.500 krónur fyri brot á skilhaldsreglurnar.
Løgreglan tók mannin við sær á støðina at sova rúsin av sær, og varð hann leyslatin í morgun, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald