Nú grønlendskar kvinnur kunnu søkja um endurgjald í sambandi við sonevnda snyrilsmálið, ávarar grønlendska landsstýrið um royndir at snýta fólk.
M.a. hava svikarar vent sær til grønlendingar á Messenger, skrivar Ritzau.
Grønlendska landsstýrið heitir á fólk um ikki at geva persónsupplýsingar umvegis Messenger, og ger greitt, at myndugleikar ikki seta seg í samband við fólk á hendan hátt í sambandi við umsókn teirra um endurgjald.
Tað var 27. august, at fólkatingið samtykti eitt endurgjald á 300.000 krónur til grønlendskar kvinnur, sum hava fingið snyril ísettan uttan neyðugt samtykki, og skipanin við endurgjaldi kom í gildi 1. september.
Fyrstu kvinnurnar hava longu fingið endurgjald.
Les eisini: Fyrstu kvinnurnar fingið endurgjald í snyrilsmálinum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald