Uttanlands

Zelenskyj vil hitta Putin á G20-toppfundi í Miami

Forsetin í Russlandi, sum er partur av G20-bólkinum hevur seinastu árini ikki luttikið persónliga á G20-fundum, og tað er ógreitt, um hann ætlar sær á fundin, sum verður í Miami í desember.

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj og russiski forsetin, Vladimir Putin (Myndir: Andrew Caballero-Reynolds Mandel Ngan/AFP/Ritzau Scanpix)

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj og russiski forsetin, Vladimir Putin (Myndir: Andrew Caballero-Reynolds Mandel Ngan/AFP/Ritzau Scanpix)

2026-09-12 16:27 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj ynskir at hitta russiska forsetan, Vladimir Putin á G20-toppfundinum, sum verður í amerikanska býnum Miami í desember.

Tað sigur hann við týska miðilin Deutsche Welle sambært Ritzau.

G20-bólkurin telur 19 tey ríkastu londini í heiminum, ES, og Afrikanska Samveldið. Bæði USA og Russland eru G20-limir, men Ukraina er ikki.

Putin hevur tó ikki luttikið á G20-fundum persónliga síðan 2019, tá toppfundurin varð hildin í japanska býnum Osaka. Enn hevur Putin heldur ikki boðað frá, um hann ætlar sær at luttaka persónliga í ár ella ikki.

Zelenskyj sigur, at tað, sum hann hevur at siga við Putin hevur minni týdning enn sjálvt úrslitið av einum tílíkum fundi.

– Tað snýr seg ikki um orð. Tað, sum eg vil siga við hann, ella hann vil siga við meg, hevur ongan týdning. Tað hevur ongan týdning. Úrslitið hevur týdning, sigur hann.

Síðan kríggið byrjaði millum Russland og Ukraina í februar 2022, hevur Zelenskyj fleiri ferðir sagt, at hann ynskir at hitta Putin, men hesum hevur Putin víst aftur. Seinastu - og einastu - ferð Putin og Zelenskyj hittust andlit til andlits var í 2019.

Samráðingar tiknar uppaftur
Fyrr í hesum mánaðinum byrjaðu samráðingar aftur millum amerikanarar, russar og ukrainar. Amerikonsku sendifólkini Steve Witkoff og Jared Kushner vitjaðu bæði í Russlandi og Ukraina.

Hetta var fyrstu ferð, at teir vóru í Ukraina, og sambært Zelenskyj er tað eitt gott tekin, at teir ikki einans fóru til Russlands hesa ferð.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder