Teir hava spælt á festivalum og konsertpallum kring alt Danmark í ár og í næstum spæla teir bæði í Royal Arena í Keypmannahavn og í Boksen í Herning.
Men í kvøld spælir Queen Machine allar klassikararnar hjá Freddie Mercury og hinum í Queen við Tjarnir.
Var Freddie Mercury á lívi, fylti hann 80 ár hendan mánaðin, og tað verður hátíðarhildið. Nógv verður gjørt burturúr til stóra showið. Treylarar við palli og øðrum eru komnir til Føroya og nú er klárt við Tjarnir.
![]()
Queen Machine fer á pallin klokkan klokkan 21:30, men longu klokkan 20:30 fer rokkbólkurin Moirae á pallin og spælir konsert alment fyri fyrstu ferð í sjey ár.
Skráin:
19.30 dyrnar lata upp við góðum stemningstónleiki
20.30 Moirae
21.30 Queen Machine fyrri partur
22:15 Steðgur
22.35 Queen Machine annar partur
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald