2026-09-13 09:35
Í nátt hevur nakað av fólki verið í býnum, og tað hevur givið løgregluni eitt sindur av arbeiði, men talan er ikki um nakað álvarsligt, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
Fýra persónar hava fingið bót fyri brot á skilhaldsreglurnar, harav ein varð handtikin.
Tveir fingu bót fyri at vera í hornatøkum á einum skeinkistaði, ein fekk bót fyri at vísa løgregluni longutong, og ein varð so illsintur, at løgreglan mátti taka hann við á støðina at sova rúsin av sær.
Umframt hetta varð ein bilførari tikin fyri rúsdrekkakoyring í Hoyvík.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald