Innanlands

Sløkkiliðsfólk heiðrað í Kvívík

Hósdagin vórðu fimm fólk hjá Kvívíkar sløkkiliði heiðrað fyri trúgva tænastu.

(Mynd: Kvívíkar kommuna)

(Mynd: Kvívíkar kommuna)

2026-09-13 11:08 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hósdagin vórðu fimm sløkkiliðsfólk hjá Kvívíkar sløkkiliði heiðrað á kommunuskrivstovuni í Kvívík.

Hesi fimm høvdu arbeitt millum 21 og 36 ár sum sløkkiliðsfólk, skrivar Kvívíkar kommuna.

Sløkkiliðsfólkini fingu gávu frá kommununi fyri trúgva tænastu, og eisini vóru Leivur Persson og Óli á Grindafløtti frá tilbúgvingarøkinum hjá Vørn komnir til Kvívíkar at heiðra teimum, ið lúka treytirnar fyri at fáa heiðurstekin frá Føroya Landsstýri.

Hesi sløkkiliðsfólkini vórðu heiðrað:

  • Jens Mikkelsen: 36 ár og enn í starvi
  • Frederik Isaksen: 36 ár og enn í starvi
  • Rói Joensen: 35 ár og enn í starvi
  • Petur Müller: 26 ár og enn í starvi
  • Edvard Müller: 21 ár og enn í starvi
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder