Í dag fara sviar á val, har veljast skulu 349 limir í Riksdagen umframt at nýggj kommunustýri og økisráð skulu veljast.
Valstøðini lótu upp klokkan átta svenska tíð - klokkan sjey føroyska tíð, og lata aftur tólv tímar seinni. Fyrsta fyribils úrslitið verður væntandi almannakunngjørt klokkan 20 føroyska tíð.
8,6 milliónir fólk hava valrætt í dag, og 3,6 milliónir høvdu longu brævatkvøtt áðrenn valið, og tað er methøgt, skriva svenskir miðlar.
Høga talið á brævatkvøðum hevur við sær, at allar brævatkvøðurnar ikki eru komnar fram á valstøðini, áðrenn tey lótu upp.
PostNord sigur, sambært Ritzau, at í økinum kring høvuðsstaðin Stockholm kunnu brævatkvøðurnar verða seinkaðar í upp til fýra tímar.
Í byrjanini av valstríðnum góvu veljarakanningar ábendingar um eitt stjórnarskifti í Svøríki eftir valið, men munurin millum blokkarnar er síðani minkaður, og í seinastu veljarakanningunum hevur tað næstan staðið á jøvnum.
Á borgarliga vonginum eru núverandi stjórnarflokkarnir - Moderaterna, Kristdemokraterna og Liberalerna - umframt Sverigedemokraterna.
Teir fýra flokkarnir, sum seinastu árini hava verið í andstøðu eru Socialdemokraterna, Miljöpartiet, Centerpartiet og Vänsterpartiet.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald