Innanlands

Eysturoyartunnilin stongdur komandi næturnar

Vegna arbeiði verður tunnilin stongdur millum klokkan 23 og seks frá í kvøld og fram til fríggjamorgunin – Til ber tó at koyra gjøgnum tunnilin ávís tíðspunkt.

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2026-09-13 16:45 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Komandi næturnar er Eysturoyartunnilin stongdur fyri ferðslu vegna arbeiði og eftirlit, boðar tunnilsfelagið frá.

Tunnilin verður stongdur um næturnar frá klokkan 23 á kvøldi til klokkan seks á morgni frá í kvøld, 13. september til fríggjamorgunin 18. september.

Til ber at koyra gjøgnum tunnilin á midnátt, klokkan eitt, klokkan tvey, og klokkan fýra.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder