Seinastu árini hevur Sunda kommuna heiðrað persóni ella felagsskapi, ið hevur gjørt ólønt ella sjálvboðið arbeiði, sum er til gagns fyri borgarar í kommununi, og í ár var tað Eirikur Samuelsen, sum fekk ársins herðaklapp frá kommununi.
Eirikur er 76 ára gamal og búsitandi í Haldórsvík.
Sambært heimasíðuni hjá Sunda kommunu stóð m.a. soleiðis í grundgevingini:
– Í nógv ár hevur hann gingið sum ein sjónlig, hjartagóð, røsk og blíð bygdarmynd, sum øll kennast við og virðismeta høgt.
– Hann hevur sýnt einastandandi tænastusemi og sannan kærleika til heimbygdina. Við ótroyttum eldhuga og trúfesti hevur hann halgað sína tíð til at reinsa, rudda og røkja sandin, eins og hann hevur sligið grasið, bæði á økinum omanfyri sandin, og á Lítlasandi.
– Framvið og upp ígjøgnum Kluftá liggur eitt megnar arbeiði eftir hann. Hann ber umsorgan fyri ánni og heldur hana reina við at rudda og at laða tað grótið, ið dettur niður. Hann slær eisini grasið fram við áarbakkanum, og á hendan hátt hevur hann skapt eitt vakurt og hugnaligt stað, sum er til stóra gleði og sálarbót fyri bygdafólkið og vitjandi, ið leggja leiðina framvið.
– Sum eitt varandi, snotiligt og hugsunarsamt minni hevur hann eisini latið reisað ein prýðiligan stein beint við træbrúnna um Kluftá. Á steininum standa væl valdu orðini, ið fær tankameldrið á einum og hvørjum at hugsa. Væl valdu orðini siga tað soleiðis: ''Sum streymur í Kluftá fer tíðin avstað. Hugsa um tað.''
Eirikur fekk ikki luttikið til setanina av mentanardøgunum 11. september, har heiðurin varð handaður, men fleiri av teimum nærmastu vóru møtt. Synirnir Jónleif og Sonni tóku ímóti heiðurinum fyri pápan, skrivar Sunda kommuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald