Uttanlands

Svøríki: 28.000 atkvøður á muni

Úrslitið eftir valið í gjár er enn ikki endaligt, men í løtuni stendur reyðgrøni blokkurin til at fáa 176 umboð í svenska tinginum, meðan blái blokkur stendur til at fáa 173.

Magdalena Andersson, forkvinna hjá Sosialdemokraterna og forsætisráðharri frá 2021 til 2022 (Mynd: Jonas Ekstromer/TT/Ritzau Scanpix)

Magdalena Andersson, forkvinna hjá Sosialdemokraterna og forsætisráðharri frá 2021 til 2022 (Mynd: Jonas Ekstromer/TT/Ritzau Scanpix)

2026-09-14 10:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Endaliga úrslitið av valinum í Svøríki í gjár er enn ikki greitt.

Sambært svenska kringvarpinumSVT eru 94 prosent av atkvøðunum taldar upp, og at umleið 28.000 atkvøður skilja bláa og reyðgrøna blokkin.

Sambært fyribilsúrslitinum stendur reyðgrøni blokkurin til at fáa 176 umboð í svenska Riksdagen, meðan blái blokkur stendur til at fáa 173.

Úrslitið kann tó broytast mikudagin, tá síðstu brævatkvøðurnar verða taldar upp.

Fyribilsúrslitið vísir í løtuni eina valluttøku á 80,4 prosent. Um hetta verður endaliga valluttøkan, verður hetta annað valið á rað, at valluttøkan minkar.

Á valinum í 2022 var valluttøkan 84,2 prosent, og í 2018 var valluttøkan 87,2 prosent. Sostatt er talan um eina minking á nærum sjey prosent í mun til valið í 2018.

8,6 milliónir fólk høvdu valrætt á valinum í gjár sambært Ritzau.

Andreas Norlén, formaður í svenska tinginum sigur, at við núverandi valúrslitinum er líkt til, at samgongusamráðingarnar kunnu gerast fløkjasligar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder