Innanlands

Rúmdarfyrilestur við David Arge Klevang í Varpinum

Undir fyrilestrinum, sum verður hósdagin 17. september, verður komið inn á tey mest áhugaverdu úrslitini frá fimm ára gransking á reyðu gongustjørnini við Perseverance rovaranum hjá NASA.

David Arge Klevang (Savnsmynd)

David Arge Klevang (Savnsmynd)

2026-09-14 17:37 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Hósdagin 17. september verður fyrilestur við David Arge Klevang, Associate Professor á DTU Space – Institut for Rumforskning og Rumteknologi.

Fyrra partin av kvøldinum verður komið inn á tey mest áhugaverdu úrslitini frá fimm ára gransking á reyðu gongustjørnini við Perseverance rovaranum hjá NASA.

Nærkast vit einum svari til spurningin um lívið í tí stóra alheiminum? Hvør er ætlanin fyri framman til tess at koma nærri at svarinum? Hvussu kann hetta arbeiðið gagna Føroyum?

Í seinna parti fara vit at viðgera hvussu rúmdarøkið støðugt mennist, og umrøða hvussu relevant hetta er fyri Føroyar.

Føroyar liggja geografisk serstakliga væl fyri, til at stuðla uppundir, og at fara upp í space-vinnuna, og vit kunnu koma at hava ein avgerandi leiklut í teim íløgum, sum vit komandi tíðina fara at síggja í Norðurhøvum og arktis – íløgur sum eru avgerandi fyri norðurlond, evropa og vesturheimin.

Atgongumerki kunnu keypast á varpid.fo.

Fyrilesturin verður fyriskipaður í samstarvi við Klaksvíkar kommunu.

Klaksvíkar kommuna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder