Uttanlands

Stjórnarleiðarar samdir um at fara úr Stórabretlandi

Í einum felags ætlanarskrivi sita stjórnarleiðararnir í Skotlandi, Wales og Norðurírlandi, at tey sjálvi vilja avgera framtíðina hjá londunum.

Frá vinstru John Swinney, Skotland, Rhun ap Iorwerth, Wales, Mary Lou McDonald, Norðurírland og Michelle O'Neill, Norðurírland (Mynd: Ben Birchall/PA Images/Ritzau Scanpix)

Frá vinstru John Swinney, Skotland, Rhun ap Iorwerth, Wales, Mary Lou McDonald, Norðurírland og Michelle O'Neill, Norðurírland (Mynd: Ben Birchall/PA Images/Ritzau Scanpix)

2026-09-14 15:58 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Stjórnarleiðararnir í Skotlandi, Wales og Norðurírlandi eru samdir um, at at ríkið, sum í dag gongur undir heitinum Stórabretland, skal upploysast.

Tað siga teir í eini yvirlýsing frá einum fundi, millum stjórnarleiðararnar, sum í dag varð hildin í Cardiff í Wales.

Eftir at mið-vinstriflokkurin Plaid Cymru gjørdist vinnari á valinum í Wales í mai, eru øll tey trý londini, ið saman við Onglandi, hoyra til Stórabretland, stýrd av stjórnarleiðarum, sum ynskja fullveldi, og í roynd og vera ynskja at limast úr Stórabretlandi.

Teir tríggir stjórnarleiðararnir, John Swinney úr Skotlandi, Rhun ap Iorwerth úr Wales og Michelle O’Neill úr Norðurírlandi, møttust í dag á fyrsta sinni fyri eitt nú at kjakast um sjálvsavgerðarrætt og loysing frá Stórabretlandi.

Floksleiðarar - ikki stjórnarleiðarar

Formliga luttóku tey ikki sum stjórnarleiðarar, men sum leiðarar fyri teirra flokkar, ávikavist Scottish National Party, Plaid Cymru og Sinn Féin. Michelle O’Neill er varaforseti í norðurírska flokkinum Sinn Féin, tí luttók forsetin, Mary Lou McDonald, eisini á fundinum.

Og úrslitið av fundinum var eitt ætlanarskriv som sum í fleiri førum vísir á ynskið á størri sjálvstýri til tey trý londini.

Leiðararnir plikta seg eisini til at samstarva á trimum týðandi økjum.

  • Einum sterkari og meira rættvísum búskapi, ið skapar sosialt rættvísi og minkar um ójavnan
  • At útbyggja orkuøkið – serliga við varandi orku
  • Framtíðina í ES

Serliga ynskið um loysing og eina framtíð í ES vóru høvuðsspurningarnir, sum stjórnarleiðararnir fingu frá miðlunum eftir fundin.

Svarini frá teimum trimum gjørdust ikki so eintýðug. Serliga ikki nær londini ætla at fara úr Stórabretlandi.

Walisiski leiðarin, Rhun ap Iorwerth, svaraði, at tað verður upp “til walisiska fólkið” at áseta eina tíðarætlan.

Burnham - seinasti forsætisráðharri í Stórabretlandi?

Skotski leiðarin, John Swinney svaraði, at tað ikki er upp til hann at áseta eina tíðarætlan, men undan fundinum varð hann siteraður fyri at siga, at Andy Burnham (núverandi bretski forsætisráðarrin, -red.) verður “seinasti forsætisráðharri í Bretlandi.

Og norðurírski leiðarin, Michelle O’Neill svaraði, at hon ikki er í iva um, at “broytingin ikki kann støðgast”.

Hóast ósemju um ferðina, eru tey trý tó samd um eitt, og tað er at tey ynskja rættin til at hava fólkaatkvøðu um sjálvstýri uttan at stjórnin í London fyrst skal geva loyvi til hetta.

Swinney og O’Neill krevja eisini, at ein slík fólkaatkvøða skal haldast í Skotlandi áðrenn 2031 og í Norðurírlandi eisini, tó uttan at áseta eitt árstal.

Sambært seinastu veljarakanningunum ynskja 47 prossent av skotum fullveldi, meðan talið í Wales er 32 prosent. Í Norðurírlandi stuðla 36 prosent eini írskari sameining.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder