Uttanlands

Teldusníkar hava lopið á stórtingið

Ein bólkur av russiskum teldusníkum hava boðað frá, at teir standa aftan fyri álopið.

2026-09-14 15:25 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

- Vit uppliva eitt sindur av óstabiliteti á okkara heimasíðum, og arbeiða við at fáa hetta í rættlag. Soleiðis giru Bjarne Østby, deildarleiðari í Stórtinginum eftir at heimasíðan hjá norska stórtinginum krassjaði fyrr í dag.

Russiskir teldusníkar hava boðað frá, at teir standa aftan fyri hesum, skrivar VG.

Seinastu tíðina hava fleiri heimasíður í Noregi uppliva álop, sokallað Ddos-álop.

Hetta er eitt slagi av netálopi, tá fleir eindir á netinum samstundis senda hópin av dátum ímóti eini netsíðu ella tænastu. Hetta førir til, at brúkarar uppliva, at tey ikki kunnu koma inn á síðuna.

Sambært VG skriva teldusníkarnir á miðlinum Telegram, at álopið fer at vara í tríggjar tímar. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder