Ein russisk fregatt skjeyt í gjár neyðbluss – flares – móti eini tyrlu hjá donsku verjuni, boðar danska verjan frá.
Russiska fregattin skjeyt tvey sokallað flares móti tyrluni. Annað var nær við at raka tyrluna, verður sagt.
Hetta hendi, sambært verjuni, meðan tyrlan, sum vanligt er, fleyg yvir russisku fregattini í altjóða sjógvi út fyri Gedser í sambandi við myndatøku av russiska skipinum.
Talan er um fýrverk, sum vanliga verður brúkt sum ávaringarmerki til sjós.
Danska uttanríkisráðið valdi beinanvegin at kalla russiska sendiharran í Keypmannahavn til samrøðu um hendingina, upplýsir Jeppe Bruus, verjumálaráðharri fyri Ritzau.
- Hetta er álvarsligt. Hetta er tekin um, at mørkini eru flutt í mun váðafýsni frá russiskari síðu, sigur ráðharrin, sum eisini kallar hendingina fyri óprofessionellan sjómansskap frá russiskari síðu.
Verjan upplýsir, at talan var um eina tyrlu av slagnum Fennec, sum var innblandað í hendingina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald