Innanlands

Vestmanna snúðningsdepil um hernaðarvenjing

Venjingin Lion Protector, eitt samstarv millum Bretland, Danmark, Niðurlond og baltalond, byrjar í komandi viku.

(Mynd: Vestmanna kommuna)

(Mynd: Vestmanna kommuna)

2026-09-15 10:21 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Næstu vikurnar verður økt virksemi á havnarlagnum í Vestmanna í samband við hernaðarvenjingina Lion Protector 2026.

Venjingin er skipað av tí sokallað Joint Expeditionary Force (JEF), sum er eitt samstarv, ið bretar leiða, skrivar Vestmanna kommuna á heimasíðu síni.

Londini í samstarvinum eru Bretland, Danmark, Niðurlond og baltisku londini. Ein liður í venjingini er eisini at styrkja samstarvið millum Arktisk Kommando, bretsku hernaðarmyndugleikarnar og føroysku sjóverjuna. Tí luttekur Vørn eisini í venjingini.

Donsk og bretsk hernaðarfólk fara at hava miðstøð í Vestmanna, meðan venjingin er. Væntandi vera umleið 80 fólk á miðstøðini, sum verður á havnarlagnum.

Venjingin byrjar í næstu viku, men fyrstu fólkini koma til Vestmannar í hesi vikuni.

Økið á havnarlagnum kann í størstan mun brúkast sum vanligt av vinnulívinum og vestmenningum annars, men ávísar avmarkingar kunnu væntast. Kommunan heitir á borgarar, um at geva gætur um møgulig skeltir og møguligar forðingar, og at fylgja teimum vegleiðingum, ið koma upp. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder