27. oktober verður ráðstevna í Norðurlandahúsinum, ið snýr seg um lokking á netinum.
Tað er Kris, sum skipar fyri.
Á heimasíðuni hjá Norðurlandahúsinum verður boðað frá, at hugt millum annað verður at, hvussu fakfólk og eisini avvarðandi betur kunnu arbeiða við at fyribyrgja og verja okkum ímóti kynsligum ágangi á netinum.
- Endamálið við ráðstevnuni er, at tey luttakandi fáa eina betri fatan av kynsligum ágangi á netinum, umframt at varpa ljós á eina skjótt vaksandi avbjóðing í okkara samfelag – og í øllum heiminum.
Kendi danski sálarfrøðingurin Per Frederiksen frá Aalborg Universitet, er ein sum skal leggja fram á ráðstevnuni "Lokkarin í nýggjum klæðum.
Fyrilestur hansara "Den mørke side af internettet: manipulation, grooming, digitale krænkelser og AI" skal geva eitt betri forstáilsi av, hvussu kynsligur ágangur gongur fyri seg á netinum og hvussu vit kunnu fyribyrgja hesum - og eisini skilja tey seinárin, ið tey, sum hava upplivað slíkan ágang, stríðast við á lívsleiðini. Per Frederiksen hevur fleiri ára royndir á økinum og hevur eisini í langt áramál verið knýttur at Red Barnet.
Í fyrilestrinum fer Per Frederiksen serliga at tosa um myrku síðuna av internetinum - og geva okkum innlit í eina aðra og myrkari síðu av internetinum.
Umframt hann luttaka tveir aðrir útlendskir gestir: Svein Øverland, sálarfrøðingur við sergrein í barna og ungdómssálarfrøði og rættarpsykiatri úr Noregi, og Amandha Sjøholm, ið er fyrrverandi løgrureglufólk og nú undirvísari í digitalum brotsverkum.
Kris skrivar, at SSP, Føroya Politi og Almanna- og bústaðamálaráðið verða við, og at framløga av nýggju landsumfevnandi kanningini hjá Kris um kynsligan ágang verður løgd fram. Hendan kanning er gjørd í samstarvi við Lóður.
Ráðstevnan verður í NLH týsdagin tann 27. oktober frá klokkan 08.30.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald