Innanlands

Gransking ger okkum klókari - men tað er torført at raðfesta

Hetta staðfestur landsstýrismaðurin í Mentamálum fyri Vísindavøkublaðnum. Ein tunnil ella bygningur er so handgrípiligt. Gransking er meira óhandgrípiligt, meira luftigt. Tú setir eina ætlan um eitthvørt og veit ikki, hvat ið kemur burturúr. Ein bygningur ella ein tunnil er lættari at selja, tá stríðst verður fyri pengunum.

Bárður á Lakjuni á ráðstevnu. -Sum støðan er, við avmarkaðari játtan, haldi eg tað vera sera umráðandi, at tað, sum granskað verður í, er nóg relevant. Tað kann vera ting sum hav, orka og mentan. Vit eiga alla tíðina at hugsa um, at tað er borgarans pening, vit nýta, sigur landsstýrismaðurin. (Mynd: Jens Kr. Vang)

Bárður á Lakjuni á ráðstevnu. -Sum støðan er, við avmarkaðari játtan, haldi eg tað vera sera umráðandi, at tað, sum granskað verður í, er nóg relevant. Tað kann vera ting sum hav, orka og mentan. Vit eiga alla tíðina at hugsa um, at tað er borgarans pening, vit nýta, sigur landsstýrismaðurin. (Mynd: Jens Kr. Vang)

2026-09-16 14:37 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Eg dugi væl at síggja virðið av gransking. Vit kunnu blíva klókari uppá ymiskt og uppá okkum sjálvi, og tað er jú tað, sum framburður hvílur í,

Hetta sigur Bárður á Lakjuni í samrøðu við nýggja Vísindavøkublaðið.

Landsstýrismaður í mentamálum umsitur eisini vísinda- og granskingarmál. Men hóast hann viðurkennir virðið, so landsstýrismaðurin ikki játtað nakað her og nú, hóast hann fer at royna - og lyfti eru gjørd í samgonguskjalinum.

 -Sambært samgonguskjalinum skal gransking styrkjast og samskipast, og stuðulin hækka so líðandi. Eg fari at stríðast fyri øllum tí stóra økinum, ið eg umsiti, og eisini taka eitt tak fyri hetta økið, sigur Bárður á Lakjuni.

Trupult at raðfesta gransking

Játtanin til gransking á fíggjarlógini hevur staðið í stað í nógv ár. Fimta hvør umsókn um stuðul til gransking frá Granskingarrráðnum fekk játtandi svar í ár. 

Bárður á Lakjuni ásannar trupulleikan - og hevur eina samanbering við tunnlar og nakað meira ítøkiligt. 

- Eg hugsi, at ein tunnil ella bygningur er so handgrípiligt. Vit síggja, hvat tunlarnir hava gjørt fyri okkara samfelag, tí teir binda landið saman. Gransking er meira óhandgrípiligt, meira luftigt. Tú setir eina ætlan um eitthvørt og veit ikki, hvat ið kemur burturúr. Ein bygningur ella ein tunnil er lættari at selja, tá stríðst verður fyri pengunum, sigur hann.

Tað skal veruliga eisini vera ein meining í játtaðu granskingunum:

- Sum støðan er, við avmarkaðari játtan, haldi eg tað vera sera umráðandi, at tað, sum granskað verður í, er nóg relevant. Tað kann vera ting sum hav, orka og mentan. Vit eiga alla tíðina at hugsa um, at tað er borgarans pening, vit nýta, sigur landsstýrismaðurin.

Heildarætlan fyri gransking

Ráðið fyri gransking, menning og nýskapan, sum landsstýrið hevur sett at ráðgeva sær, mælir í seinastu ársfrágreiðing síni til langtíðarhugsan, og at politiska skipanin samtykkir eina heildarætlan, sum stýrt verður eftir komandi árini. Hesum tekur Bárður á Lakjuni undir við. 

- Ja, vit eiga at hava eina heildarætlan fyri gransking, menning og nýskapan. Ráðið fyri gransking, menning og nýskapan arbeiðir í løtuni við einum strategipappíri, sum eg gleði meg at fáa. Tá kunnu vit fara undir at orða eina heildarætlan, sum síðani skal gjøgnum politisku flokkarnar, áðrenn hon kann leggjast fyri løgtingið, sigur landsstýrismaðurin og metir, at tað møguliga kann blíva einaferð í næstu setu.

Les alla samrøðuna við Bárð á Lakjuni í Vísindavøkublaðnum her

Kelda: gransking.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder