Innanlands

Stjórnin: Suverenir statir, høgrasnaring í Týsklandi og val í Svøríki

Til ber at hoyra sendingina á FM frá klokkan 17.15.

2026-09-16 12:56 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Mikudagur er, og tað merkir, at Stjórnin aftur savnast at viðgerða aktuell politisk evni.

Tað verða bæði føroysk evni og útlendsk á breddanum í dag, tá Árni Gregersen fær royndu politikkarnar í rásarúmið.

Mánadagin vóru júst 80 ár liðin síðani fólkaatkvøðuna í 1946, har ein meiriluti av føroyingunum valdu at loysa frá Danmark.

Millum annað varð sjóneykan sett á Fólkaatkvøðuna á almennum fundi og í kjaki á Klaksvík mánadagin - til ber at lurta her (Norðlýsið)

Hugt verður eitt sindur støðuni í dag, og hetta við at vera ein sjálvstøður statur og ikki; millum annað hvørjir handilsmøguleikar eru.

Hugt verður eisini eftir støðuni í Týsklandi, har AfD hevur vunnið valið í landslutinum Saschen Anhalt, og ein høgrasnaring sæst sum heild.

So er tað Svøríki, har val er í gongd.

Til ber at hoyra sendingina á FM1 frá klokkan 17.15 og stroyma á Portalinum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder