Innanlands

Ata Gregersen og Sølvá Jansdóttir Joensen nýggjar í nevndini hjá LKV

Tær avloysa Jenny A. Í Heiðunum og Ingunn Olsen Worley. Guðrun Poulsen, stjóri í Økisnavn, heldur fram sum forkvinna í Leiðandi Kvinnur í Vinnu, sum er eitt netverk við fleiri enn 150 kvinnum.

Ann Jógvansdóttir, Beinta Haraldsen Guðrun Poulsen, Sølvá Jansdóttir Joensen, Ata Gregersen (Mynd: lkv.fo)

Ann Jógvansdóttir, Beinta Haraldsen Guðrun Poulsen, Sølvá Jansdóttir Joensen, Ata Gregersen (Mynd: lkv.fo)

2026-09-16 19:12 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Nýggja nevndin í Leiðandi Kvinnur í Vinnu (LKV) hevur nú skipað seg.

Tað er greitt, at Guðrun Poulsen heldur fram sum forkvinna, og at tvær útskiftingar eru í nevndini:

Ata Gregersen og Sølvá Jansdóttir Joensen eru nýggjar í nevndini og avloysa Jenny A. Í Heiðunum og Ingunn Olsen Worley.

- Nevndin takkar samstundis farandi nevndarlimunum Jenny A. Í Heiðunum og Ingunn Olsen Vorley fyri teirra drúgva og virðismikla arbeiði í nevndini. Teirra íkast hevur verið ein týdningarmikil partur av menningini hjá LKV, stendur í tíðindaskrivi.

Nýggja nevndin: 
Guðrun Poulsen – stjóri í Økisnavn – forkvinna (heldur fram)
Beinta Haraldsen – stjóri í beinta.fo – næstforkvinna (afturvald)
Ata Gregersen – roknskaparleiðari á Føroya Tele – kassameistari (nýggj í nevndini)
Ann Jógvansdóttir – stjóri í Júniik – (heldur fram)
Sølvá Jansdóttir Joensen – stjóri í sølvá.fo – skrivari (nýggj í nevndini)

Nýggja nevndin er longu farin til verka og hevur sett netverkstiltøk á skrá 1. oktober og 25. november. Endamálið er at geva limunum íblástur, nýggja vitan, sparring og møguleika at styrkja netverkið, skrivar lkv.fo

Leiðandi Kvinnur í Vinnu er eitt netverk við fleiri enn 150 kvinnum í leiðandi størvum í føroyska vinnulívinum. Endamálið er at skapa eitt sterkt og virkið netverk, har kvinnur kunnu sparra, ráðgeva og stuðla hvør aðrari í arbeiðslívi og leiðslu.

Felagið hevur nú ellivu ár á baki og hevur ment seg hesi árini.

- LKV skal vera eitt stað, har kvinnur ikki bara møtast, men eisini fáa íblástur, sparring og nýggjar møguleikar. Vit vilja byggja eitt sterkt netverk, sum ger mun – bæði fyri einstøku kvinnuna og fyri føroyska vinnulívið.

Víst verður á, javnstøða framvegis ikki er ein sjálvfylgja í føroyska
vinnulívinum, og at talið av kvinnuligum stjórum og nevndarlimun í Føroyum er farið niður á 22 prosent, sambært kanning frá 2024. Av nógvum ørskum er neyðugt við hesum netverki, vísir LKV á.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder