Mentan

Spøkilsir – Eivør gevur nýtt staklag út

Talan er um fjórða staklagið frá komandi heildarútgávuni, “Tungl”, sum kemur út 16. oktober.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2026-09-16 16:48 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Seinnapartin í dag kom fjórða staklagið av komandi fløguni hjá Eivør út. Lagið eitur “Spøkilsir”, og snýr seg um okkara innaru spøkilsir, smá og stór, sum vit øll hava í okkum.

Í “spøkilsir" sættast vit tað ófullkomna – bæði hjá okkum sjálvum og hjá okkara medmenniskjum, og vit verða soleiðis meira fyrigevandi yvirfyri hvørjum øðrum.

Við útgávuni fylgir eitt sjónbandalag framleitt av Gwenaël Akira Helmsdal.  

- Gwenaël er ein góður vinur, og er bæði dugnaligur og hugkveikjandi at arbeiða saman við. Við hesari videoframleiðsluni vildu vit skapa ein innara heim, eina endurspegling av teimum ymsu røddunum, skuggunum og kenslunum, sum liva inni í okkum. Gwenaël fekk hugskotið til ein kassa við speglum, næstan sum eitt rúm inni í sinninum, og saman við einum ótrúligum toymi av listafólkum, sum vit eiga her heima í Føroyum, gjørdist hugskotið til veruleika, sigur Eivør.

Gwenaël leggur afturat:

- Eg vildi byggja eitt serligt rúm, har ein kroppur kundi gerast til fleiri, og speglingar kundu geva tí skap, sum er torført at siga við orðum. At finna fram til tann kensluliga sannleikan í myndum, rørslum og ljósi saman við Eivør var ein heilt serlig tilgongd.

Heildarútgávn “Tungl” kemur út 16. oktober, og í hesum sambandi hevur Eivør útgávukonsertir í Norðurlandahúsinum 16. og 17. oktober. Konsertin 17. oktober er útseld, meðan tað framvegis eru tøk atgongumerkir til konsertina 16. oktober. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder