Innanlands

Føroyingur í fongsul fyri valdstøku

Talan er um mann, sum hevur verið eftirlýstur - hann sigur seg vita av ongum, tí hann var til skips.

2026-09-17 08:00 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ein 30 ára gamal føroyingur varð í gjár dømdur sekur í ógvusligari valdstøku móti eini kvinnu Frederikshavn í mars 2024.

Maðurin var í rættinum í Hjørring dømdur trý ára og tríggjar mánaða fongsul.

Rætturin metti tað vera prógvað, at maðurin hevði bundið kvinnuna og doyvt kvinnuna við at halda ein klút við terpentini yvir munn og nøs hennara, so hon misti vitið áðrenn hon varð valdstikin. Hendingin fór fram í eini íbúð í Frederikshavn, har føroyingurin býr.

Umframt fongsulsrevsingina, skal dømdi rinda 50.000 krónur í endurgjaldi til kvinnuna.

Føroyingurin, sum noktaði seg sekan varð sendur í fongsul beint eftir at dómurin varð sagdur. Hann hevur enn ikki tikið støðu til, um hann vil kæra dómin fyri hægri rætt, skrivar TV2Nord.

Rættarmálið hevur verið útsett fleiri ferðir, tí ákærdi maðurin ikki mætti upp til rættarfund. Maðurin hevur tí verið eftirlýstur. Sjálvur segði hann seg ikki vita, at hann skuldi møta í rættinum tí hann hevði verið til skips.

Les eisini: Donsk løgregla eftirlýsir føroying 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder