Leygardagin 19. september verður fyrsta flagið til nýggju Argja kirkju loyst.
Hetta verður á hátíðarløtu á stykkinum við Støðlagøtu og Sandá klokkan 14. Røður verða hildnar og gentubólkurin Tabitha syngur.
Fróði Ólason Olsen, kirkjuráðsformaður, bjóðar vælkomin og sigur nøkur orð.
Tey, ið loysa flagið, eru Rigmor Andrassen, Henning Mortensen og Vilhelmina Johansen. Hesi teljast millum elstu fólk á Argjum, og tey hava øll sitið í kirkjuráðnum. Eftir tað, halda Jógvan Fríðriksson, biskupur, og Annfinn Brekkstein, býráðslimur, røðu.
Aftaná verður boðið til kaffi og køku í Argja kirkju.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald