Uttanlands

Kanna nýggjar møguleikar á brasilska marknaðinum

Umframt fundir við umboð fyri brasilsku stjórnina, hevur Bárður á Steig Nielsen eisini fundast við umboð fyri Mercosur-londini, Argentina, Uruguai og Paraguai.

Fiskimálaráðharrarnir í Brasil og Føroyum - Edipo Araujo og Bárður á Steig Nielsen (Mynd: ufmr.fo)

Fiskimálaráðharrarnir í Brasil og Føroyum - Edipo Araujo og Bárður á Steig Nielsen (Mynd: ufmr.fo)

2026-09-17 12:03 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Landsstýrismaðurin við uttanríkis- og fiskivinnumálum, Bárður á Steig Nielsen, hevur seinastu dagarnar á ferð síni í Brasil havt fundir við stjórnarumboð, umboð fyri Mercosur-londini og vinnuumboð. Eitt av høvuðsmálunum við ferðini hevur verið at umrøða møguleikan fyri at gera ein fríhandilssáttmála við Brasil og Mercosur.

Á fundi í uttanríkisráðnum við Roberto Abdalla, vararáðharra, varð umrøtt, hvussu eitt meira skipað handilssamstarv kann koma í lag, og hvussu Føroyar og Brasil kunnu fáa størri gagn av hvørjum øðrum. Á fundi við Edipo Araujo, fiskimálaráðharra, varð dentur lagdur á møguleikarnar fyri at styrkja samstarvið innan fiskivinnuøkið. Á fundi í landbúnaðarmálaráðnum við Cleber Soares, vararáðharra, varð góða samstarvið um heilsufrøðiliga sáttmálan umrøtt, sum er týdningarmikið grundarlag undir samhandli millum Føroyar og Brasil.

Ein annar umráðandi liður í tilgongdini er samstarvið við hini londini í Mercosur, Argentina, Uruguai og Paraguai. Tí hevur landsstýrismaðurin eisini hitt umboð fyri hesi. Á fundinum vórðu teirra sjónarmið løgd fram og víst varð á, hvussu Føroyar kunnu arbeiða víðari við málinum í Mercosur-skipanini.

Vinnumøguleikar vórðu eisini umrøddir á fundi við Floriano Pesaro, stjóra í ApexBrasil, ið samskipar inn- og útflutning hjá Brasil. Her varð tosað um brasilskar vinnugreinar og útflytarar, sum kunnu hava áhuga í føroyska marknaðinum, umframt hvussu føroyskar fyritøkur kunnu fáa betri atgongd til brasilska marknaðin, og hvussu handilin kann økjast báðar vegir.

Samanumtikið hevur ferðin í Brasil verið sera jalig, og tikið varð væl ímóti ynskinum úr Føroyum um at styrkja handilssamstarvið millum partarnar, við tí fyri eyga at gera ein fríhandilssáttmála, skrivar Uttanríkis- og vinnumálaráðið. 

Fleiri myndir á heimasíðuni hjá Uttanríkis- og vinnumálaráðnum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder