Uttanlands

Tey reyð-grønu vunnu – Kristerson hevur lagt frá sær

Svenska ríkisdagsvalið er nú uppgjørt. Vinstrivongurin vann tepran sigur.

Magdalena Andersson, forkvinna í svenska javnaðarflokkinum, kann nú fara undir at skipa nýggja stjórn í Svøríki (Mynd: Jonas Ekstromer/AFP/Ritzau Scanpix)

Magdalena Andersson, forkvinna í svenska javnaðarflokkinum, kann nú fara undir at skipa nýggja stjórn í Svøríki (Mynd: Jonas Ekstromer/AFP/Ritzau Scanpix)

2026-09-17 13:30 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Konservativi svenski forsætisráðharrin, Ulf Kristersson, hevur í dag sagt seg úr embætinum.

Tað kemur fram í einum brævi til Ríkisdagin, sum Kristersson sjálvur hevur lagt út á X.

- Nú er tað ríkisdagsformaðurin, sum skal standa á odda fyri næsta stiginum í tilgongdini at skipa nýggja stjórn. Fyri at tað kann henda skjótast gjørligt, biði eg hervið um at vera loystur úr mínum skyldum sum forsætisráðharri, stendur at lesa.

[object Object]
Ulf Kristersson, Moderatarne, er ikki longur forsætisráðharri (Mynd: Nicolas Tucat/AFP/Ritzau Scanpix)

Allar atkvøðurnar frá ríkisdagsvalinum eru nú taldar upp, og fyribilstølini vísa, at reyð-grøni blokkurin vinnur valið tepurt, skrivar svenska sjónvarpið.

Atkvøðurnar fella soleiðis:

Sosialdemokratarnir: 28,0
Moderaterna: 19,8
Sverigedemokraterne: 17,5
Vensterpartiet: 8,4
Centerpartiet: 7,0
Kristendemokraterna: 6,2
Miljøpartiet: 6,1
Liberalerna: 5,3

Hetta geva flokkunum í reyð-grøna blokkinum, Socialdemokraterna, Vensterpartiet, Centerpartiet og Miljøpartiet 49,5 prosent av atkvøðunum og 176 limir í ríkisdegnum, meðan borgarligi blokkurin fær 48,8 prosent og 173 limir.

Harvið verður tað Magdalena Andersson, forkvinna hjá sosialdemokratunum, sum nú skal skipa nýggja svenska stjórn. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder