Mentan

Rótin gevur íblástur til grønari vanar

Á skúlanum í Klaksvík arbeiða tey við burðardygd, endurnýtslu og grønari loysnum, og í ár eru tey í uppskoti til umhvørvisvirðisløn Norðurlandaráðsins. Næmingar og lærarar greiða frá tilgongdini 22. september í Norðurlandahúsinum.

Týsdagin fara næmingar og lærarar at hava tríggjar kreativar verkstovur í Norðurlandahúsinum, har tey fara at læra okkum ymiskt, tey hava royndir við frá skúlanum

Týsdagin fara næmingar og lærarar at hava tríggjar kreativar verkstovur í Norðurlandahúsinum, har tey fara at læra okkum ymiskt, tey hava royndir við frá skúlanum

2026-09-19 17:05 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Hvussu kann føroyskt handverk, endurnýtsla og matoyðsl geva íblástur til ein grønari gerandisdag?

Hetta fara næmingar og lærarar frá Rótini í Klaksvík at siga okkum, tá tey bjóða børnum og familjum til kreativa verkstovu týsdagin, 22. september klokkan 15.00 í Norðurlandahúsinum.

Á Rótini í Klaksvík arbeiða tey við burðardygd, endurnýtslu og grønari loysnum, og í ár eru tey í uppskoti til umhvørvisvirðisløn Norðurlandaráðsins.

Týsdagin fara næmingar og lærarar at hava tríggjar kreativar verkstovur í Norðurlandahúsinum, har tey fara at læra okkum ymiskt, tey hava royndir við frá skúlanum.

Eitt nú kunnu luttakararnir gera lyklaringar og skreytlutir úr ull, royna seg við at bregda - Føroya elsta handarbeiði - og læra at nýta rávørur og restir fyri at minka um matoyðsl.

Seinnapartin kunnu børn og vaksin arbeiða við tilfari, handverki og mati samstundis sum tey fáa innlit í, hvussu tey kunnu nýta tilfeingið, tey longu hava til taks.

Verkstovurnar eru klokkan 15.00 til 17.00. Tær eru ókeypis - Nærri kunning fæst her:


Norðurlandahúsið
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder