Seinasta samdøgrið hava russar áhaldandi framt álop á ukrianska høvuðsstaðnin og økið kring har.
Hósdagin kostaði eitt álop eitt mannalív í einum ídnaðarøki vestan fyri Kiev.
Hetta upplýsti guvernørurin i Zhytomyr-regionen, Vitalij Bunechko, sambært Reuters og TV2.
Onkur annar varð særdur, tá russar raktu ein bygning.
Í nátt og tíðliga í morgun hava álop aftur verið, og hetta hevur sært fimm fólk, harav trý børn. Tað skrivar Reuters tíðindastovan.
Í gjár vóru eisini ógvusligr skaðar í ídnaðarbýnum Zaporizhzhia, har millum annað ein handilsmiðstøð var russiska málið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald