Nevndin í Sandoy Seafood hevur tikið avgerð um, at virksemið á virkinum í Skopun hjá Sandoy Seafood steðgar. Orsøkin er, at tað ikki er eydnast at fáa raksturin at bera seg.
Tað boðar nevndin hjá Sandoy Seafood frá í tíðindaskrivi sent miðlunum. Nevndin boðar frá, at virkið keypir ikki meira rávøra, og fiskurin, sum er á virkinum, verður framleiddur, pakkaður og seldur. Eftir tað verður virkið stongt.
Mowi Faroes og Delta Seafood eiga Sandoy Seafood.
Mowi Faroes heldur fram við virksemi á Sandoynni. Eftir at Mowi Faroes í tveimum umførum hevur gjørt royndir á Sandsvág sum aliøki, fer felagið undir veruliga framleiðslu á Sandsvág, har felagið í august í ár fer at seta út í 6 aliringar.
- Sandoy Seafood takkar teimum starvsfólkum, sum hava arbeitt á virkinum í Skopun og ynskir teimum góða eydnu frameftir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald