Í næstu viku byrja víðfevndar verjuvenjingar við Vestmanna - í Vestmannasundi.
Tað eru danskar og bretskar serdeildir, sum hava venjingarnar undir heitinum Lion Protector. Og tað er norðurevropeiska verjusamstarvið JEF (Joint Expeditionary Force), sum skipar venjingarnar í samstarvi við føroyskar myndugleikar. Millum annað er Vørn við
- JEF er verjusamstarv undir bretskari leiðslu, har úrvald NATO lond kunnu handfara hernaðarligar støður í Norðurevropa og á norðurleiðum.
Hetta kunnar Uttanríkis- og Fiskimálaráðið um á heimasíðu sínari.
Les alt skrivið hjá Uttanríkismálaráðnum
Tað var Vestmanna Kommuna, sum fyrst skrivaðu um hesar serstøku verjuvenjingarnar. Hetta var mánadagin; fyri at kunna borgarar um at ávísar avmarkingar á havanøkinum, og um at geva gætur um møgulig skeltir og møguligar forðingar.
Tað vakti ans - serliga tí at Uttanlandsnevnd Løgtingsins og nógvir myndugleikar ikki vóru kunnaðir. Bárður á Steig Nielsen hevur eisini staðfest, at kunningin ikki hevur verið nóg góð.
Á fundi við Løgtingsins uttanlandsnevnd í morgun, fríggjadagin, hevur landsstýrismaðurin greitt nevndini frá um venjingarnar.
Endamálið við hesi venjingini er at royna millum annað bjargingarstøður og samstarvið millum luttakandi partar - umframt at styrkja um førleikarnar og tryggja eftirlit, tilbúgving og støðufesti í økinum, skrivar ufmr.fo.
Eitt annað, sum hevur vakt ans í málinum, er at sambært landsstýrismanninum skal Vestmenningur nýtast sum eitt slag av verjuskipi. Men hann er til fiskiskap í Noreg, og mikudagin visti reiðarin als einki um hetta.
Portalurin hevur sett seg í samband við Uttanríkis- og Fiskimálaráðið fyri at spyrja, um ætlanin framvegis eitur Vestmenningur. Men tað ljóðar ikki sannlíkt - arbeitt hevur verið við røttu loysnini til verjuskip í sambandi við uppgávuna, og tað er, um ikki komið uppá pláss, so er tað nær við. Hetta skulu danskir myndugleikar tó kunna um.
Dagført: 11.22
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald