Stanley Samuelsen er framvegis virkin í tónleiki, hóast fulgfirðingurin fekk staðfest Alzheimer í 2022 - tónleikurin situr djúpr í honum.
Í 2025 kom kom útgávan Sólskin á marknaðin sum fløga, og nú kemur hon út sum LP.
Í hesum sambandi verður útgávukonsert í Reinsarínum í Havn í kvøld, fríggjadagin 18. september, klokkan 20.00.
Tórsgøta boðar frá, at eitt eykalag er á LP'ini, sum eisini verður til keyps.
Í fjør kom ævisøgan um Stanley Samuelsen, sum Hilmar Jan Hansen hevur skrivað- Fyrr í ár varð sangarin, tónleikarin og sangskrivarin heiðraður sum Ársins tónleikari á Faroese Music Awards og stutt eftir við Útisetaprísinum í Keypmannahavn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald