Innanlands

80 ár síðani fólkaatkvøðuna: 14. september-tiltak í OY í kvøld

Millum klokkan 19 og 21 í kvøld er tiltak fyri ung, gomul, stór og smá, nú 80 ár eru síðan fólkaatkvøðuna. Jens Martin Knudsen og Bjarta Johansen eru millum tey sum hava røður.

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-09-18 16:55 Author image
Innsent
placeholder

Unga Tjóðveldið bjóðar øllum fullveldisáhugaðum í OY kl 19-21 í kvøld.

Tiltakið er fyri ung, gomul, stór og smá. Tað ber til at keypa sær at eta og drekka akkurát sum vanligt.

Vit fáa eina hugnalig løta við spildurnýggjum tónleiki, stuttum spennandi røðum og góðum føroyskum felagssangi.

Høgni Hoydal leggur fyri, og fer at siga stutt um tíðina aftaná fólkatkvøðuna tann 14. september í 1946 og hví, at tað er fagrasti dagur í Føroya søgu.

Spildunýggjur tónleikur
Unga evnaríka Tóra Trónd fer at spæla nýggja staklagið, Batmobil og Rani Nolsøe fer at spæla ein spildurnýggjan sang, ið hann hevur gjørt til 14 september haldið í ár. Tað er lagt upp til eitt forkunnugt kvøld.

Vit fara eisini at syngja við til felagssang meðan Ásgerð Stenberg Olsen og Tóra Trónd syngja og spæla undir.

Landsliðslegendur vitja

Stuttar røður verða frá hesum fýra:

- Bjarta Johansen, fyrrverandi hondbóltslandsliðsleikari.

- Jens Martin Knudsen, fyrrverandi fótbóltslandsliðsleikari og framleiðsluleiðari á     Vaðhorn.

- Bjørg Brynhildardóttir Egholm, Løgtingskvinna fyri Tjóðveldi.

- Sjúrður Heinason, formaður í Unga Tjóðveldið

Fyri 80 árum síðani valdu føroyingar á fólkaatkvøðu, at Føroyar skuldu gerast eitt sjálvstøðugt land. Men søgan er tann, at danska stjórnin ógildaði valið, kongur sendi Løgtingið til hús og skrivaði út nýval. Nógv er hent síðani tá, og nú er ikki langt á mál. Tað einasta ið nú væntar, er politiskur vilji.

Tað er okkara leiklutur at streingja á fyri at fáa hetta stórmálið á mál.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder