Innanlands

Ferðsluvanlukka í Klaksvík kravt ungt mannalív

Syrgilig vanlukka í Klaksvík seinnapartin. Ein 14 ára gamal doyði í vanlukkuni.

2026-09-18 18:38 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Ein ferðsluvanlukka í Klaksvík hevur seinnapartin kravt eitt mannalív.

Talan er um ein 14 ára gamlan tannáring, sum er deyður í vanlukku, sum hendi á motorsúkklu, verður upplýst av løgreglustøðini.

Hendingin skal vera farin fram við tyrlupallin í Klaksvík. Júst hvat er hent verður nú kannað.

Fráboðanin kom klokkan 16:22 seinnapartin.

Tey avvarandi eru kunnaði.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder