Innanlands

Lis Samuelsen heldur fram í Norðstreymi

Hon hevur røkt embætið sum sóknarprestur í Norðstreymoyar vestara prestagjaldi síðan 1. september í 2025. Kirkjuráðini hava á felags kirkjuráðsfundi innstillað hana at halda fram.

Lis Samuelsen

Lis Samuelsen

2026-09-18 23:09 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Kirkjuráðini í Norðstreymoyar vestara prestagjaldi hava innstillað Lis Samuelsen til virkandi sóknarprest.

Lýst hevur verið eftir virkandi sóknarpresti fyri mánaðirnar oktober-desember 2026.

Lis Samuelsen hevur røkt embætið við støði í Vestmanna síðani 1. september 2025, er kend í økinum og er nú kallað at halda fram.

Tvær umsóknir vóru til embætið, skrivar Fólkakirkjan á heimasíðuni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder