Innanlands

– Strikið myndir av vanlukkustaðnum

Myndir av staðnum, har ein syrgilig ferðsluvanlukka hendi seinnapartin í gjár eru í umferð á netinum, og heitir løgreglan á øll um at strika myndirnar.

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-09-19 12:14 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í sambandi við ferðsluvanlukkuna í Klaksvík fríggjadag seinnapart er løgreglan gjørd varug við, at myndir av vanlukkustaðnum eru í umferð á netinum, og kemur løgreglan nú við áheitan um at strika slíkar myndir.

Løgreglan skrivaði soleiðis á Facebook fyri løtu síðani:

Í sambandi við ferðsluvanlukkuna í Klaksvík seinnapartin í gjár er Føroya Politi gjørt varugt við, at myndir av sjálvum vanlukkustaðnum eru í umferð á netinum.

Vit vilja við hesum heita á øll um at strika hesar myndir. Vit heita eisini á foreldur um at tosa við børnini um at strika myndirnar.

Við atliti til tey avvarðandi eiga tílíkar myndir ongantíð at verða deildar.

Les eisini: Ferðsluvanlukka í Klaksvík kravt ungt mannalív

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder