Mentan

Nýtt føroyskt lag frá Herborg

Eftir at hava givið út fleiri donsk løg í seinastuni er Herborg Torkilsdóttir nú aftur við einum nýggjum føroyskum lagi – "Hey hann sálvur".

2026-09-20 11:12 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Eftir at hava givið út fleiri donsk løg í seinastuni er Herborg Torkilsdóttir nú aftur við einum nýggjum føroyskum lagi.

Nýggja lagið, sum hevur fingið heitið “Hey hann sjálvur”, verður lýst sum eitt lætt og festligt lag við einum glotti í eyganum.

Sangurin snýr seg um eina damu, sum roynir at finna eitt ordiligt mannfólk, men tað vísir seg ikki at vera heilt so lætt, greiðir Herborg frá.

Herborg hevur sjálv skrivað bæði tekst og lag, og framleiðsluna hava Daniel Kehlenbeck og Herborg staðið fyri.

“Hey hann sjálvur” er nú at hoyra á teimum vanligu stroymingartænastunum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder