Uttanlands

Russland: Tvey fólk latið lív í dronuálopi á Moskva

Endamálið er at órógva russiska tjóðartingsvalið, sigur borgarstjórin í russiska høvuðsstaðnum. Í Ukraina hava fýra fólk latið lív í russiskum álopum.

Íbúðarbygningur í Kotelniki í Moskva-landslutinum, sum varð raktur av dronum í morgun (Mynd: AFP/Ritzau Scanpix)

Íbúðarbygningur í Kotelniki í Moskva-landslutinum, sum varð raktur av dronum í morgun (Mynd: AFP/Ritzau Scanpix)

2026-09-20 10:31 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í minsta lagi tvey fólk vórðu í morgun dripin í einum dronuálopi á russiska høvuðsstaðin Moskva og økið kring býin, upplýsa lokalir myndugleikar sambært fleiri tíðindastovum.

Borgarstjórin í Moskva, Sergej Sobjanin sigur, at fleiri enn 1.600 dronur vórðu skotnar niður í økinum, harav 450 vórðu sendar yvir sjálvan høvuðsstaðin, har eitt oljureinsiverk eisini var rakt.

Hetta sigst at vera størsta ukrainska dronuálopið á Moskva.

Borgarstjórin leggur afturat, at tað er eyðsæð, at álopið hevði til endamáls at órógva russiska tjóðartingsvalið, sum heldur fram í dag.

Hetta er fyrstu ferð, síðan Russland gjørdi innrás í Ukraian í februar 2022, at tjóðartingsval er í Russlandi, og seinasti valdagur er í dag.

Í Ukraina verður eisini boðað frá álopum. Myndugleikarnir í ukrainska høvuðsstaðnum Kyiv boða frá, at fýra fólk hava latið lív í russiskum álopum í nátt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder