Innanlands

Føroya Banki boðar frá rentuhækkingum

Í farnu viku boðaðu Evropeiski Miðbankin og danski Tjóðbankin eisini frá rentuhækkingum.

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2026-09-20 16:38 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Frá 23. oktober hækkar Føroya Banki renturnar hjá bæði privat- og vinnukundum.

Broytingarnar verða framdar av handilsligum ávum og orsakað av broyttu rentunum hjá Tjóðbankanum og yvirskipaðu gongdini á marknaðinum, skrivar Føroya Banki í tíðindaskrivi.

Tað var 11. september, at danski Tjóðbankin hækkaði renturnar – dagin eftir at Evropeiski Miðbankin hevði hækkað sína leiðandi rentu frá 2,25 prosent til 2,50 prosent.

Eina viku seinni boðaði Føroya Banki frá sínum rentuhækkingum. Bankin hækkar innláns- og útlánsrenturnar við upp til 0,25 prosentstigum.

Broytingarnar koma, sum áður nevnt, í gildi 23. oktober og verða at síggja á bankin.fo/prisir.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder