Fyrr í kvøld fekk løgreglan fráboðan um ein eldsbruna í einum hoyggjhúsi í Gásadali.
Fólk varnaðust tíbetur eldin hampiliga tíðliga, og hann varð sløktur áðrenn tað gjørdist álvarsligt.
Átaksleiðarin var sendur á staðið beinanvegin. Tá hann kom á staðið, vóru fólk í Gásadali í holt við at søkkja eldin.
Ein patrulja er á veg vestur at hyggja uppá tað, verður upplýst av løgreglustøðini í kvøld, har tað annars ikki vita so nógv meira at siga um eldsbrunan.
Hendingin fór fram um 19 tíðina í kvøld.
Jens Kristian Vang, fotografur, var á staðnum júst tá hetta hendi og hann tók hesar myndirnar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald